Heim

Vælkomin á heimasíðu okkara!

Fyri fyrstuferð í Føroyum er nú møguligt hjá barnakonum at koma til privata ultraljóðskanning. Snýðið bjóðar tryggleikaskanning, kynsskanning og 3D/4D skanning, og pláss er fyri at familja og/ella vinir kunnu vera við. Sí undir prísir fyri at síggja hvørjar skanningar, ið eru at fáa.

Um tit hava spurningar, eru tit altíð vælkomin at kontakta meg.

Vinarliga Bodil H. Heimustovu, Snýðið

 

Upplatingartíðir

 

Opið er hvønn:

Mánadag kl. 10-16
Týsdag kl. 10-16
Og annars eftir tørvi.

Um ikki ber til onkran av hesum døgunum, set teg í samband við okkum, so finna vit eina loysn. 

 

Gávubræv

Er kona, dama, vinkona, dóttir ella systir tín við barn ?
Snýðið bjóðar nú møguleikan at keypa gávubræv.
Ynskir tú eitt gávubræv, verður tú vinarliga biðin um at skriva ein teldupost til snydid.info@gmail.com ella skriva eini boð á facebooksíðuni Snýðið.