2D skanning – eisini kallað tryggleikaskanning
525 kr.
Við hesi skanning fært tú møguleika at síggja barnið frá 6 vikum og heilt fram til burðardagin. Hugt verður eftir hjartasláttrinum og um barnið veksur sum væntað. Útfrá mátingunum verður burðardagur eisini mettur.
Við í prísinum er ein skrivlig frásøgn, 2 sv/hv myndir og ein teldupostur við øllum myndunum, ið verða tiknar undir skanningini.
Skanningin tekur umleið 15 min.
Kynsskanning
625 kr.
Við hesi skanning verður hugt eftir kyni longu frá 14 vikum. Eins og 2D skanningin verður eisini hugt eftir hjartasláttrinum og um barnið veksur sum væntað. Útfrá mátingunum verður burðardagur eisini mettur.
Um tað ikki er gjørligt at síggja kynið, fært tú eina nýggja tíð.
Við í prísinum er ein skrivlig frásøgn, 2 sv/hv myndir og ein teldupostur við øllum myndunum, ið verða tiknar undir skanningini.
Skanningin tekur umleið 25 min.
3D/4D skanning – lítil
1025 kr.
Við hesi skanning fært tú møguleika fyri at síggja barnið í 3D/4D. Eins og 2D skanningin verður eisini hugt eftir hjartasláttrinum og um barnið veksur sum væntað.
Fyri at fáa bestu góðsku verður viðmælt, at tú verður skannað í millum viku 25-30.
Við í prísinum er ein skrivlig frásøgn, 3 sv/hv myndir, 3 litmyndir og ein teldupostur við øllum myndunum, ið verða tiknar undir skanningini. Einki garanti er fyri at fáa andlitsmynd.
Skanningin tekur umleið 35 min.
3D/4D skanning – stór
1325 kr.
Við hesi skanning fært tú møguleika fyri at síggja barnið í 3D/4D. Eins og 2D skanningin verður eisini hugt eftir hjartasláttrinum og um barnið veksur sum væntað.
Fyri at fáa bestu góðsku verður viðmælt, at tú verður skannað í millum viku 25-30.
Við í prísinum er ein skrivlig frásøgn, 6 sv/hv myndir, 6 litmyndir og ein teldupostur við øllum myndunum og smáum filmklippum av skanningini.
Garanti er fyri at fáa andlitsmynd*.
Skanningin tekur umleið 45 min.
Snýðið bjóðar ikki nakkafoldskanning ella misdannelsesskanning
*Garanti fyri andlitsmynd merkir, at um tað ikki er gjørligt at fáa andlitsmynd, fært tú eina nýggja tíð til skanning. Hetta er ikki galdandi fyri 3D/4D skanning – lítil.