Um okkum

Um okkum

Snýðið er stovnað í mai 2016 av Bodil H. Heimustovu, lækna.
Snýðið bjóðar barnakonum í Føroyum møguleika at koma til ultraljóðskanningar heilt frá 6 fullum vikum framm til burðardagin.

Í Snýðinum starvast

 
Bodil Hansdóttir Heimustovu, lækni og eigari

13939334_322266991448146_1382832531113047864_n

Eg eri útbúgvin lækni (cand.med.) í januar 2017 á Keypmannahavns Universiteti.

Eg havi síðan mars 2012 starvast bæði á eini læknaklinikk og eini privatari skanningsklinikk hjá einum serlækna í kvinnusjúkum, har eg eri upplærd í at skanna kvinnur við barn. Eg eri upplærd og havi arbeitt sera nógv við at skanna bæði vaginalt og abdominalt í góðari góðsku. Eg havi tí valt at koma til Føroya at geva kvinnum við barn í Føroyum møguleikan at koma til fleiri skanningar.

Her á síðuni kunnu tit lesa meir nágreiniliga, hvat eg havi at bjóða tykkum av skanningum, og hvat kostnaðurin er fyri tær ymisku skanningarnar.

Eg haldi mítt arbeiði er sera spennandi, hendingaríkt og orkugevandi, har eg dagliga fái nýggjar upplivingar og reaktiónir frá komandi foreldrum, familju og vinum. At kunna vísa hjartasláttin heilt frá 6 vikum, kynsáseta frá 14 heilum vikum og gera 3D myndir av fitta barninum, er heilt fantastiskt.

Eg vóni, at við mínari vitan frá útbúgvingini og royndir innan skanning fari at geva tær/tykkum best møguliga upplivilsi.

Eg gleði meg at skanna teg!

 

Maria Neshamar, sjúkrarøktarfrøðingur (mynd væntar)

Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í Januar 2015. Hereftir havi eg arbeitt á einari privatari skanningsklinkk hjá einum serlækna í kvinnusjúkum í Danmark. Her havi eg fingið gjølla upplæring í at arbeiða við ultraljóð, og skanna kvinnur bæði vaginalt og abdominalt, har serligur dentur hevur verið á kvinnur við barn. Við mínum royndum innan ultraljóð, vóni eg at geva tær eina góða uppliving til skanningina.
Eg gleði meg at skanna teg.